Bronsan hongur framvegis

Útsetti dysturin millum B71 og HB fer at gera av, um VB ella HB skal vinna bronsumerkini hjá kvinnunum

 

KÍ er FM vinnari í kvinnufótbólti, og B36 hevur vunnið silvur merkini.Men tað er framvegis ikki greitt, um tað verður HB ella VB, sum fer at vinna bronsuna.

Mikudagin í síðstu viku var VB á Sandi og spældi dystin, sum sambært skránni skuldi havt verið avgreiddur 12. august. VB vann 4?1. Harvið eru vágs kvinnur tvey stig aftanfyri HB, sum er nummar trý.

Tveir dystir eru ikki spældir. Annar er tann hjá B71 og HB, sum skuldi havt verið spældur á Sandi 30. juni, og hin er tann millum VB og HB, sum í síðsta umfarinum, 22. september, skuldi havt verið spældur í Vági.

Kvinnukappingin hevur verið órógvað av, at tað hjá summum feløgum hevur verið torført at manna lið. Vit hava skilt, at nú er ætlanin, at dysturin á Sandi millum B71 og HB skal fáast frá hondini. Um VB eftir tann dystin framvegis fer at hava møguleikan at røkka bronsumerkjunum, so skal B71 eisini suður til Vágs. jh


Endaspælið ? 1. deild kvinnur


KÍ 10 9 0 1 57?10 27

B36 10 6 0 4 13? 8 18

HB 9 4 1 4 24?30 13

B68 10 4 1 5 18?18 13

VB 9 3 2 4 13?15 11

B71 8 0 0 8 4?48 0


Máltindurin í endaspælinum

Kristina Eyðbjørnsdóttir, KÍ 14

Vivian Bjartalíð, KÍ 12

Ragnhild Aas, KÍ 12

Malena Josephsen, KÍ 10

Guðrið úr Lágabø, VB 6

Maibritt Olsen, KÍ 5

Irdi Hansen, B68 5

Súsanna Hansen, B36 5

Lydia Vesturtún, HB 5

Bára Skaale, KÍ 3