Á seinasta leikdegi vóru steypavinnararnir úr Víkingi á vitjan hjá B36, sum spældi sín seinasta dyst sum meistari á hesum sinni. Fyri heimaliðið B36 var hesin dysturin fullkomiliga nyttuleysur í nakran mun á stigatalvuni, meðan Víkingur við einum sigri, samstundis sum HB ikki vann, kundi tryggja sær bronsuheiðursmerkini. Miseydnaðist hetta, so hevði Víkingur longu frammanundan tryggjað sær pláss í evropeisku kappingini næsta ár umvegis gullið í steypakappingini.
B36 hevði í hesum seinasta og týdningsleysa dystinum latið ungar mans sum Jákup Højgaard og Robert Heðin Brockie royna seg, og førdi tað við sær, at profilar sum Meinhardt Joensen, Bárður Olsen og Jákup á Borg sótu á beinkinum.
Hóast hetta, so var tað B36, sum tilspældi sær frægastu møguleikarnar frá dystarbyrjan, men eins og ov vanligt hevur verið hjá teimum í ár, so tóku teir ikki av møguleikunum.
Tá ið so Víkingur fekk møguleikan, tóku teir av. Hetta var góðar 10 minuttir fyri leiklok. Evrard Blé smoygdi seg leysan av tveimum mótstøðumonnum og langaði bóltin í netið til 1-0 til Víking, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki kom B36 betur við í dystin, og serliga eftir at Jákup á Borg varð innskiftur, kom ferð og rútma í álopsspælið hjá B36. Teir vildu enda árið á ein virðiligan hátt, og við góðum samanspældum álopum hóttu teir Víking, sum átta minuttir inn í seinna hálvleik gjørdu brotsspark ímóti B36. Hesum tók Atli Danielsen sær av og javnaði hann til 1-1.
Hesa løtuna var B36 við yvirlutan, og vóru teir tað eisini leingi, áðrenn Víkingur aftur fekk nakrar góðar málmøguleikar ímóti dystarenda. Hvørki av liðunum funnu tó fram til avgerandi málið, og so kundu tey bara semjast um ein 1-1-javnleik. Sum úrslitini fløskaðu seg aðrastaðni, so kundu teir úr Víkingi iðra seg um, at høvdu teir fingið hetta avgerandi málið, høvdu teir eisini fingið bronsuheiðursmerkini. Helst eru teir tó nøgdur við steypagull og pláss í Evropa komandi kappingarár, meðan nú fyrrverandi meistararnir úr B36 á ongan hátt kunnu vera nøgdir við eitt 6. pláss.