Síðani síðst í mai hevur støðutalvan í næstbestu deildini verið misvísandi, tí dysturin í tólvta umfari millum B71 og FC Suðuroy varð útsettur.
Í dag var FC Suðuroy norðanfyri Suðuroyarfjørð, og suðuroyingarnir høvdu 4-1 sigur við sær suður aftur.
Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy nú er á triðja plássi – fýra stig frammanfyri einasta avbjóðaran til bronsuplássið, sum er Giza Hoyvík. Nú tað resta fýra dystir eru tað ellivu stig fram til 07 Vestur og plássið, sum ber uppflyting við sær. Tí rokna teir í Vági ikki við, at tað fer at eydnast at flyta upp í ár.
Eitt korter var farið, tá ið sandoyingar vóru so óhepnir at gera sjálvmál. Seks minuttir seinni økti John Marni Lindenskov til 2-0, og Mamuka økti til 3-0, tá ið tað restaðu ellivu minuttir av fyrra hálvleiki.
Tveir minuttir eftir steðgin minkaði Tummas Pauli Olsen um munin, men gestirnir kendu seg ongantíð hóttar. Tá ið tað restaði eitt korter staðfesti Mamuka 4-1 sigurin.