Skála fær seinnapartin vitjan av HB. Felags fyri bæði liðini er tað, at tey fyri viku síðani vunnu trivaligar og kærkomnar sigrar. Eftir trilvandi 1. hálvleik tók HB seg mánakvøldið rættuliga saman og vann 4-1 á heimavølli ímóti GÍ.
Ta ferðina skoraðu Andrew av Fløtum og Rókur Jespersen tvey mál í part. Í dag verður ein annar málrevur møguligur álopsspælari hjá HB. Eftir leikbann er Rógvi Jacobsen tøkur aftur. Einasti HB spælarin, sum er noyddur at sita uttanfyri, er Tór-Ingar Akselsen, sum fyri knøppum tveimum vikum síðani varð skaddur í øðrum fótinum.
HB fer inn á Skála fyri at vinna. Einki annað telur í kappingini um triðja plássið og vónina um, at tað kanska fer at eydnast at røkka uppaftur hægri enn so.
Skála vann 2-1 í Runavík, men liðformaðurin Pauli G. Hansen segði aftaná, at hann var ikki nøgdur við spælið. Tað plagar at vera lutfalsliga gott fótbóltsspæl, tá ið Skála og HB hittast. Einasti Skála spælarin, sum situr uttanfyri orsaka av skaða er Poul N. Poulsen.










