Borðtennis
Føroyingar hava hesa ferð tryggjað sær tvey heiðursmerki í borðtenniskappingini.
Sum tað framgongur aðra staðni á síðuni, so hevur Kjartan Eli Hentze í øllum førum tryggjað sær bronsumerki í einmansleiki, og í tvímansleiki spældi hann seg saman við Peturi Niclasen fram til hálvfinalurnar.
Í fjórðingsfinaluni spældu teir báðir móti tveimum úr Saaremaa, og her eydnaðist tað okkara monnum at vinna 15-21, 21-15 og 21-12.
Í hálvfinaluni hittu teir so teir báðar sterku gotlendingarnar, Ola Granlund og Michael Svensson.
Gotlendingarnir vóru uttan iva favorittar at vinna dystin, men Kjartan Eli og Petur megnaðu tó at geva teimum sera harða mótstøðu.
Eftir at hava tapt fyrsta settið 12-21, eydnaðist tað føroysku leikarunum at vinna 23-21 í næsta settinum.
Triðja settið var sera javnt, og í løtum vístu okkara menn rættiliga stórspæl, men teir máttu tó at enda geva seg. Endaliga úrslitið varð 21-15 til gotlendingarnar, men tað var ikki fyrr enn seinastu bóltarnar, at veruligur munur kom í støðuna.
Hetta er aðru Oyggjaleikirnir á rað, at Føroyar vinna bronsu í tvímansleikinum. Fyri tveimum árum síðani vóru tað Kjartan Eli og Hans Hammer, sum komu í hálvfinaluna, og í ár er tað so saman við Peturi Niclasen, at Kjartan Eli hevur vunnið sær bronsuna.










