svimjing
Føroyar tryggjaðu sær bronsumerki í stafettini á 4X100 metrum, har føroyska liðið annars hevði vónað, at tað kundi bera til at vinna sær silvurmerki.
Føroyska liðið byrjaði í geil fýra við skjótastu kvalifikatiónstíðini, men roknað varð tó ikki við, at okkara menn kundu nerta við Jersey, sum tykjas vera sera væl fyri á hesum teininum.
Tað var heldur ikki fyrr enn á seinasta strekkinum, sum Eivind svam, at Føroyar komu fram at heiðursmerkjarøðini, tí fram til tað høvdu vit verið á ávíkavist fjórað og fimta plássinum.
Tíðin hjá føroyska liðnum var tó betri, enn hon nakran tíð hevur verið áður, men kortini varð mett, at liðið kundi svomið betri, so heiðursmerki hevði verið eitt sindur fínari enn tað úr silvuri.
Eivind ov stuttur
Eivind Eysturoy gjørdist akkurát ov stuttur í 50 metra frísvimjing, men hóast talan var um persónloigt met, so helt hann kortini, at hann kundi gjørt okkurt fyri at svomið 2/10 skjótari, og har við ognað sær bronsumerki.
- Um eg fekk ein betri start, so kundi eg vunnið silvur. Tað eri eg næstan vísur í.
- Hatta er besta tíðin hjá mær á 50 metrum, men í stafettini havi eg svomið 23,0, og tað svarar á leið til 23,7 í slíkari kapping, og vinnarin hevði 23,6.
- Eg hevði alt ov nógvar undan kappingini. Eg veit ikki hví, men kanska er tað tí at umstøðurnar eru so stórar. Eg veit ikki rættiliga hví, men nervarnir vóru altso ov nógvir, segði Eivind Eysturoy um fjórða plássið, sum kundi verið úr silvuri.
Tvey onnur finalupláss
Annars tóku Føroyar lut í trimum øðrum finalum hósdagin. Dia Jacobsen gjørdist nummar sjey í 100 metra ryggsvimjing, har hann svam teinin væl seinni, enn hann gjørdi um morgunin.
Tá klokkan steðgaði, vísti hon 1.04,09, sum var á leið eitt sekund seinni enn tíðin, sum hann hevði á veg til finaluna.
Shaila millum Garðarnar var í finaluni í 100 metra frísvimjing. Vinnarin á hesum teininum hevði tíðina, 58,16, og tíðin hjá Shailu var 1.03,14.
At enda tók Kristian Martin Joensen eisini lut í 200 metra bringusvimjing. Kristian Martin gjørdist nummar átta við tíðini 2.37,83.