Bronsa til B68-unglingar

Dysturin um triðja plássið í unglingadeildini varð spældur á Eiði týskvøldið. Árstalsfeløgini B68 og B36, sum taptu sínar hálvfinalur ímóti NSÍ og HB, dystaðust um bronsumerkini.

 

Dysturin varð tættur, og einsamalla málið í dystinum kom tveir minuttir fyri leiklok, tá ið kviki Jónleif Højgaard sneiddi fram við fleiri og sendi bóltin fram við B36-málmanninum.

 

Í farnu viku vann NSÍ 3-1 á HB í finaluni í unglingadeildini.