Í summar vóru teir leingi topplið. Síðsta sunnudag tapti NSÍ 3-2 í Gundadali ímóti B36, og tá ið EB/Streymur samstundis vann trivaligan 4-0 sigur á Sandi, so mistu teir í Runavík møguleikan fyri at vinna gull og silvur.
Í morgin skal NSÍ á heimavølli spæla fyri at tryggja sær bronsukrónurnar og luttøku í altjóða fótbólti.
Mótstøðuliðið er B71, sum er illa spert. Eitt ár eftir uppflytingina úr næstbestu deildini stendur plássið í Vodafonedeildini upp á spæl. FC Suðuroy er bara eitt stig aftanfyri. Suðuroyingarnir skulu í morgin spæla á útivølli ímóti longu niðurflutta AB, og tí kann tað væl fara at vísa seg, at tað verður neyðugt við fullari úrtøku hjá B71, um plássið í bestu deildini skal varðveitast.
Hjá B71 er Mikkjal T. Hentze, sum hevur spælt hvønn minutt higartil í ár, leikbannaður eftir fimm gul kort.
Hjá NSÍ eru miðverjin Jens Joensen og toppskjúttin Christian Høgni Jacobsen tøkir aftur, eftir at teir vóru leikbannaðir ímóti B36.










