Bronsa í firvaldi

OYL 15: Beint eftir at hann hevur svomið 1500 metrar, hevur Óli Mortensen svomið okkum bronsu í 200 metrar firvald

Óli Mortensen, sum fyri lítlari løtu síðani, vann okkum eina silvur medalju í 1500 metrar frí, hevur aftur nú verið í hylinum. Hesa ferð svam hann 200 metrar firvald, har hann vann eina bronsu medalju.

 

Tað sá annars leingi út til at Óli Mortensen fór at enda á fjórða plássinum, men í seinastu løtuni, vann Óli Mortensen seg fram á triðja pláss, soleiðis at Føroyar fekk bronsu medalju.