Leygardagin 23.februar var danmarksmeistaraheitið í crossrenning fyri kvinnur runnið í Bellahøj, Keypmannahavn. Crossrenning er renning har runnið verður í landslagnum og ikki á vanligari rennibreyt. 8 kilometrar skuldu rennast, og tá ið avtornaði kom føroyska Joan Bláfoss inn á einum flottum triðja plássi í tíðini 30min11sek, einans 24 sekundir eftir vinnaran Ida Fallesen og 14 sekundir eftir Maria Sig Møller, báðar úr Århus. Sostatt kan ikki sigast annað enn at hørð kapping var ímillum tríggjar tær fremstu.
Hetta var fyrstu ferð, at Joan stillaði upp til eina tílíka kapping. Hon hevur annars serliga gjørt um seg í triathlon tey seinastu árini.
- Eg eri sera glað fyri at fáa heiðursmerkið í dag. Eg havi ongantíð stillað upp til eina tílíka kapping áður, og tí visti eg ikki, hvussu tað fór at verða. Eg kom tíverri ikki við í tí rætta bólkinum frá byrjanini, og hetta kom avgjørt at kosta mær nógva orku, tí eg skuldi arbeiða meg upp í feltinum. Hevði eg haft fleiri royndir so hevði eg helst lagt meg í fremsta bólkin frá byrjanini, sigur Joan við føroysku miðlarnar.