Badminton
Úrslitini í liðkappinini í badminton vóru so als ikki tey, sum føroysku leikararnir høvdu vónað, og í blaðnum í gjár viðgekk landsliðsvenjarin eisini, at hann var sera vónsvikin.
Hann legði tó dent á, at vónandi kundi hetta seta leikararnar eyka nógv upp til einmansleikirnar, og eftir úrslitunum at døma, so hevði hann eisini rætt í hesum.
Kundu verið tvey
Tað gekk nevnliga sera væl í einmansleikinum hjá bæði Erlandi Poulsen og Ragnari Rasmussen. Báðir vunnu teir seg fram til fjórðingsfinaluna, men her mátti hann kortini lúta fyri Mininnguaq Kleist.
Hevði Ragnar vunnið hendan dystin, hevði talan verið um tvey føroysk heiðursmerki, tí tað eydnaðist nevnliga Erlandi at vinna sína fjórðingsfinalu, og hóast hann í hálvfinaluni máttik lúta fyri Frank Bagger, so vóru heiðursmerkini tryggjað við hesum. Í badminton verður nevnliga ikki leikt um bronsuna.
Spæli sítt spæl
Einki er at siga til, at fagnaðurin í badminton leguni var stórur eftir hetta, tí við hesum vann Erland bert triðja føroyska heiðursmerki í badminton á Oyggjaleikum yvirhøvur.
Okkum eydnaðist ikki at fáa fatur á Erlandi, sum skiltist á teimum í badminton leguni, so gekk spælið hjá Erlandi framúr. Simons Gaines, sum Erland basti í fjórðingsfinaluni, er ein rættiliga stinnur leikari, men Erland spældi bara sítt egna spæl alla tíðina, og vann eisini ein sanførandi 2-0 sigur. At hann so mátti lúta í hálvfinaluni, er sjálvandi at iðra seg um, men kortini kann avgjørt sigast, at øll í leguni vóru væl nøgd um samlaða avrikið í einmansleikinum.










