Brøndby útleigar René

Føroyski U21 landsliðsspælarin skal komandi tíðina útleigast frá Brøndby IF

René Shaki Joensen hevur ikki fingið nakað av spælitíð á besta liðnum hjá Brøndby í seinastuni. Nú hevur felagið tikið eina avgerð um at útleiga René, so hann kann fáa spælitíð.

 

-       Fyri mína yrkisleið, so er hetta rætta avgerðin. Eg eri komin til tað punktið, at eg má fáa fasta spælitíð yvir eitt longri tíðarskeið, sigur René Shaki Joensen við in.fo í dag.

 

Fyribils verður leitað í umráðnum í Keypmannahavn, og talan verður um lið í næstbestu deildini í Danmark. Sostatt verður ikki talan um at koma til Føroyar at spæla.

 

René hevur spælt ein dyst í Superliguni fyri Brøndby, men í seinastuni hevur hann ikki verið í hópinum. Brøndby er komið fyri seg, eftir at teir í farna kappingarári akkurát megnaðu at bjarga sær í bestu deildini. Tað er nú vetrarsteðgur í donsku kappingini og Brøndby liggur nummar fýra.