Einans smávegis broytingar eru í toppinum av føroyska ratinglistanum í talvi. Helgi Dam Ziska er enn telvarin við nógv hægsta styrkitali í føroyska talvheiminum. Hann hevur eitt styrkital á 2517, fimm betri enn við seinastu dagføring. Næstur honum kemur John Rødgaard, ið hevur 2327.
Ein nýggjur maður hevur tikið seg fram á triðja pláss á listanum, meðan stóribeiggi hansara hevur otað seg fram á 5. pláss. Høgni Egilstoft Nielsen er nýggjur á 3. plássi. Við eini betran av styrkitalinum á 37 stig, so hann nú hevur 2311, hevur hann vunnið seg framm um Olaf Berg, ið hevur 2294 stig.
Rógvi Egilstoft Nielsen hevur vunnið seg framm um John Arna Nilssen, upp á 5. pláss. Rógvi Egilstoft Nielsen hevur styrkitalið 2276, meðan John Arni Nilssen hevur 2258.
Restin av topp 10 er Jóan Hendrik Andreasen á 2246, Flóvin þór Næs á 2229, Martin Poulsen á 2218 og Rógvi W. Rasmussen á 2217.










