23 ára gamli Ismail Abedi varð handtikin í døgunum eftir álopið í Manchester, sum kostaði 22 fólkum lívið.
Ismail Abedi, sum er bróðir Salman Abedi, sum er tann, sum hildin verður at vera maðurin handan bumbuálopið í Manchester 22. mai, er leyslatin uttan ákæru.
Tað upplýsir Greater Manchester Police á Twitter.
Tann 23 ára gamli bróðir varð handtikin í Whalley Range-íbúðarøkinum í bretska stórbýnum dagin eftir álopið í Manchester Arena.
Tilsamans 18 fólk hava verið handtikin í sambandi við álopið. Tíggju persónar eru framvegis í varðhaldi, upplýsir løgreglan á Twitter.
Harumframt er ein annar bróðir Abedi, 20 ára gamli Hasham, afturhildin í Tripoli, høvuðsstaðnum í Libya, skrivar bretska sjónvarpsstðin BBC.
Sambært Reuters tíðindastovuni er eisini pápi brøðurnar, Ramadan, afturhildin í Libya.
/ritzau/










