Brockie fekk áheitan beinleiðis frá Austinverksmiðjuni

Austinverksmiðjan var ein tann fyrsta bilverksmiðjan, sum kom í gongd aftur eftir seinna heimsbardaga. Í Føroyum verða Austin bilarnir settir í samband við fyritøkuna A/S Charles Mauritzen & Co og P/F Robert Brockie, sum fekk umboðið fyri Austinbilarnar stutt eftir kríggið - eftir áheitan beinleiðis frá Austinverksmiðjuni

Søgan um Charles Mauritzen & Co. byrjaði við, at ein dani, Carl Mauritzen, í 1898 flutti úr Danmark til Newcastle í Bretlandi, har hann giftist, búsettist og stovnaði sína egnu fyritøku. Seinni flytur hann til Leith og fekk har samband við føroyskar handilsfyritøkur. DFDS-skip løgdu javnan inn í Leith á veg millum Føroyar og Danmark. Teir sendu vørur til Føroyar og keyptu saltfisk frá okkum.

Ein sonur Carl Mauritzen, Charles R. Mauritzen, kom uppí handilsfyritøkuna í 1922. Umframt vanligar húsarhaldsvørur, seldu teir eisini alt saltið, sum var brúkt í Føroyum.

Í 1928 keypti Charles R. Mauritzen næstan alt Tinganes, eisini teir núverandi landsstýrisbygningarnar. Har var heilsøla við vanligum húsarhaldsvørum og skipsútgerð. Tann fyrsti stjórin var danin Knud Petersen, og í 1933 kemur skotin Robert P. Brockie higar at stjórna handilinum. Hann hevði staðið í læru og arbeiddi hjá Charles Mauritzen í Edinburgh.

Árið eftir koma kona og børn. Robert P. Brockie var føddur 4. september 1904. Hann bleiv bretskur varakonsul síðst í 30?árunum, beint áðrenn kríggið.

Handilin hjá Charles Mauritzen var stórhandil, og øll stríðsárini gekk so gott sum allur vøruflutningur til Føroya um hetta felag. Teir sendu regluliga farmabátar til Føroya, t.d. »Barjama« og »Baranda« eisini S/S»Sauternes«, sum gekk burtur í Fugloyarfirði 7. desember í 1941. Teir innfluttu skipsútgerð, kolonialvørur, tubbaksvørur, kol og salt.

Útflutningurin var saltfiskur, klippfiskur, medisinlýsi og fiskavørur. Robert P. Brockie stjórnaði fyritøkuni saman við soninum, Robert Brockie yngra, ella Bobby, sum hann vanliga verður nevndur.


Telegram

beinleiðis frá Austin

Austinbilverksmiðjan var ein av teimum fyrstu, sum kom í gongd aftur eftir seinna heimsbardaga. Stutt eftir fekk fyritøkan hjá Charles Mauritzen í Skotlandi eina áheitan frá Austin, um teir kundu viðmæla onkran, sum kundi umboða teirra bilar í Føroyum. Teir vístu á sína egnu deild her, og telegram kom beinleiðis frá Austin bilverksmiðjuni, har teir fingu bjóðað umboðið fyri Føroyar. Sjálvt um fyritøkan hevði skaffað næstan alt undir krígnum, var hetta nakað nýtt fyri teir.

Fyrstu bilarnir vóru Austin »Eight«, »Ten«, »Twelve« og »Sixteen«. Teir vóru innfluttir beinleiðis úr Onglandi tey fyrstu árini. Nakað eftir at bilverksmiðjurnar Austin og Morris vórðu samanlagdar í 1952, varð marknaðarføringin av bilunum umløgd soleiðis, at nakrir høvuðsinnflytarar skuldu útvega bilar til síni grannalond. DOMI í Danmark innflutti bilarnar til Føroyar, Noreg, Svøríkis og Finnland. DOMI stendur fyri Dansk Oversøisk Motor Industri. Allarhelst hava teir valt Danmark av geografiskum grundum, tí tað liggur yvirav Bretlandi.

Ognirnar hjá Charles Mauritzen í Tinganesi vórðu í 1947 seldar til Tryggingarsambandið Føroyar, men fyritøkan leigaði tó skrivstovuhølir, goymslubygningar og serviceverkstað til Austinbilarnar, har Johnny Duncan, fyrrverandi 1. meistari á »Barjamu« arbeiddi. Hann giftist her við danskari konu, og tey fluttu seinni til Skotlands.

Nakað eftir ein stóran ásettan eldibrand í Tinganesi í 1950, leigaðu teir skrivstovuhølir frá Trygd á Bryggjubakka, meðan goymslubygningarnir og verkstaðurin hildu fram úti í Tinganesi, til teir í 1963 fluttu inn í nýggjan bygning í Jónas Broncksgøtu, har teir fingu alt undir eina lon.

Tá átti Landsstýrið ognirnar í Tinganesi. Fyritøkan fekk eisini umboð fyri Triumph motor súkklurnar.


Skiftu emblemini frá Morris til Austin

Einaferð høvdu teir bílagt ein Austin vøruvogn til ein handverkara í Havn. Tá teir skuldu fara eftir bilinum, vísir tað seg, at har er ein Morris vøruvognur komin í land. So varð ringt til Sigird av Reyni, Morris umboðið, fyri at vita, um teir høvdu bílagt bilin, men tað høvdu teir ikki. Tað vísti seg, at teir hjá Domi í Danmark av ósketni høvdu sent ein Morris bil, men tað var ongin trupulleiki. Ein pakki kom við Austin merkjum, hjólskálum og onkrum øðrum, og tá tað varð skift út, var bilurin ein Austin.

Robert P. Brockie yvirtók sjálvur handilin í 1978 og stovnaði sítt egna felag, »Robert P. Brockie & Co«. Hann andaðist 28. februar 1980. Eftir tað heldur hin stjórin, Bobby Brockie fram við fyritøkuni.


Derek Brockie yvirtekur bildeildina

Sama árið, í 1980, yvirtekur triðja ættarliðið, Derek Brockie, bilarnar við navninum »Bilcentrið«, ið seinni bleiv broytt til »D. B. Bilar«.

Derek varð útlærdur sum bilsmiður hjá Frits Jensen í 1969. Hann arbeiddi sum sjálvstøðugur til 1971, tá hann fór til Danmarkar at arbeiða hjá De Forenede Automobilfabrikker í Keypmannahavn, ið høvdu umboð fyri Austin, Wolseley Triumph og Jaguar. Har var hann til 1973. Meðan Derek var har, bleiv fyritøkan í 1972 yvirtikin av DOMI.

Tá Derek Brockie í 1973 kom aftur til Føroya, fekk hann sin egna bilverkstað, og bleiv í 1980 umboð fyri British Leyland bilarnar, Austin, Morris, MG, Rover, LandRover og Jaguar. Eisini fekk hann umboð fyri japansku bilmerkini Daihatsu og Subaru, seinni eru koreansku KIA bilarnir komnir afturat. D. B. Bilar heldur til í bygninginum í Jónas Broncksgøtu 15.


Keldur:

Mogens H. Damkier: Da bilen blev alvor

Axel Mortensen, Dimmalætting: Jólaskipið, sum fórst

Mikkjal Helmsdal: Verjir fyri Havnarvág

Robert Brockie (Bobby)

Derek Brockie