Brixtofte tvey ára fongsul

Fyrrverandi Farum-borgarstjórin Peter Brixtofte varð í dag dømdur tvey ára fongsulsrevsing fyri heimildarsvik. Eystari landsrættur dømdi fyrrapartin Peter Brixtofte, fyrrverandi borgarstjóra og ráðharra tvey ára fongsulsrevsing fyri heimildarsvik. Tað er sama revsing, sum hann fekk í kriminalrættinum í Hillerød.

Dómurin í Eystara landsrætti er treytaleysur, og serfrøðingar í Keypmannahavn halda ikki, at hann er so mikið prinsipiellur, at Peter Brixtofte sleppur at royna hann í Hægstarætti. Tí bendir alt á, at hann skal í fongsul í tvey ár.

Peter Brixtofte varð dømdur fyri at hava latið Farum kommunu gjalda byggifyritøkuni Skanska níggju mió. krónur ov nógv fyri at umvæla eina ítróttarhøll, so Skanska kundi seta brúka pengarnar til at stuðla hondbóltsfelagnum Ajax-Farum, sum er eitt dótturfelag hjá Farum Boldklub, sum Peter Bristofte var formaður í.