Brixtofte roynir seg aftur

Fyrrverandi borgarstjórin í danska býnum Farum

fer nú at royna at fáa limaskapin í flokkinum Vinstra aftur. Mánadagin skal hann royna at verja seg á einum fundi hjá valfelagnum í Farum.
Á fundinum fer Peter Brixtofte at verja tað, sum hann gjørdi tey árini, hann var borgarstjóri í Farum. Aftaná verður orðaskiftið um verjurøðu hansara, men hesum sleppur Brixtofte ikki at taka lut í.
Hann hevur eisini ov mikið at verja. Í vikuni komu menn fram á útreiðslur fyri 88 milliónir krónur, sum kommunan í Farum hevur goldið, men sum bara fá ella kanska eingin vistu um uttan fyrrverandi borgarstjórin.