Útgáva
Tað byrjaði alt sum ein høvuðsuppgáva á Danmarks Journalist Højskole, men tað endaði vit at gerast ein rúgvusmikil bók. Tórun Ellingsgaard, sum áður hevur arbeitt í Sjónvarpi Føroya, hevur saman við Jaku-Lina Elbøl Nielsen skrivað eina bók um Peter Brixtofte, og áhugin í Danmark er risastórur.
Til høvuðsuppgávuna fóru tær báðir undir at skriva um víðagitna Peter Brixtofe, sum tá var ein skandalu leysur borgarstjóri í Farum kommune, sum liggur á Sælandi.
Evnið fekk veruliga bein at ganga, tá ein skandala fyri og onnur eftir hópaðu seg upp um Peter Brixtofte og hansara virksemi í Farum. Fyrstu var tað tær stóru rokningar fyri vín og annað, men síðani er nógv annað eisini komið undan kavi um fíggjarsvik og annað. Øll tann danska pressan hevur ligið framvið fyri at fylgja tí einum tí mest umtalaða dananum í løtuni. Seinasta nýggja var, at Peter Brixtofte fekk durðafjórðingin frá sínum egnu á Christiansborg, har hann er fólkatingslimur fyri Venstre.
Bók
-At byrja við, so var tað bara talan um eina høvuðsuppgávu, men vit spurdu okkum fyri, um tað var áhugi fyri at geva bókina út, og beinanvegin vísti áhugi seg at vera til staðar, sigur Tórun Ellingsgaard.
Tað er forlagið Aschehoug, ið gevur út bókini hjá teimum báðum, Tórun Ellingsgaard og Jaku-Lina Elbøl Nielsen. Bókin hevur fingið heitið Brixtofte ? Spillet om magten.
Tórun sigur, at til høvuðsuppgávuna skuldu tær gera einans tveir kapitlar, men nú er arbeiðið nógv voksið, og uppgávan taldi bert ein fimtapart av tí, ið bókin nú telur.
Tórun og Jaku-Lina Elbøl Nielsen hava arbeitt sera nógv við hesari bókini. Tað hevur kravt sera nógva orku at fáa arbeiðið liðugt.
-Vit hava arbeitt hvønn dag og í vikuskiftinum við bókini í fleiri mánaðir, sigur Tórun Ellingsgaard.
Tilfarið hava tær savnað saman við at tosa við Brixtofte sjálvan, við starvsfelagar, vinir, óvinir og kenningar, sum kunnu siga eitt sindur um Brixtofte.
Um Brixtofte sigur Tórun, at hann er ein ógvuliga gløggur persónur, ið dugir væl at føra seg fram. Hann hevur eisini allatíðina sjálvur verið við uppá hugskotið, og tey hava einki negativt merkt frá hansara síðu.
-Vit hava roynt at verið sakligur og hildið stílin, hóast skandalurnar hava regnað innyvir okkum, sigur Tórun Ellingsgaard.
Í februar mánað segði Tórun Ellingsgaard við Sosialin, at tað ikki óvæntað á hana, at ein skandala var at frætta um Brixtofte, og nú kunnu vit so lesa um, hvat Tórun veit at siga okkum um Brixtofte og hansara virksemi.
Stórur áhugi
Hóast bókin ikki kemur út fyrrenn mánadagin, so er áhugin longur nú ovurstóru.
-Telefonin ringir allatíðina. Vit skulu vera við í einari røð av sendingum ? bæði útvarp og sjónvarp, og tað er sera stórur áhugi, sigur Tórun Ellingsgaard.
Fyrsta upplagið er longu selt, og eitt nýtt upplag er farin til prentingar, soleiðis at tað higartil eru prentaðar 6.500 eintøk av bókini.
Nevnast kann, at Tórun í gjárkvøldið, hóskvøldið, var at síggja í sendingini Deadline á DR, sum verður send beint eftir tíðindini.
Kapping
Tórun og tær hava tó ikki verið tær einastu, sum hava havt áhuga fyri at skriva um Brixtofe. Ein dani hevur eisini skrivað eina bók um Brixtofte, og hann fylgir væl við, hvat Tórun og Jaku-Lina gera.
-Hann hevur bjóðað sær, at keypt okkara uppgávu, men vit søgdu nei. Orsakað av kappingini vórður vit eisini noyddar at framskunda okkara útgávu, sigur Tórun Ellingsgaard.
Bókin kemur eisini út í Føroyum.