Fyrrverandi borgarstjórin í Farum, Peter Brixtofte, er aftur dømdur. Hesaferð eina bót á 10.000 krónur fyri ærumeiðing.
Málið ðbyrjaði, tá Peter Brixtofte á TV2 News kallaði býarrættardómaran, Peter Garde, fyri víðgongdan tjóðskaparmann og ein týðiligan politiskan mótstøðumann.
Garde var rættarformaður, tá Brixtofte varð dømdur í rættinum í Hillerød, og umstrídu orðini fullu framman fyri skíggjanum 6. Oktober 2009 sama dag, sum Eystari Landsrættur staðfesti dómin í býarrættinum móti Brixtofte.
Peter Brixtofte var í rættinum í Lyngby í dag dømdur 10 dagbøtur á 1.000 krónur.