Bert 32 ára gomul var Brittany Murphy sunnudag funnin deyð í baðikarinum. Sambært TMZ, var tað mamman hjá stjørnuni, sum fann hana deyða. Sambært Foxnews.com upplýsur ein talsmaður fyri sløkkiliðið í Los Angelese, Devon Gale, at alarmsentralurin hevði móttikið eina uppringin kl. 08 um morgunin frá teirru adressu, har maður Brittnay Murphy býr.
Ein sjúkrabilur varð í stundini sendur til húsini, og Brittnay Murphy bleiv beinleiðis koyrd til Cedars-Sinai Medical Center.
Ávegis til sjúkrahúsið fekk hon hjartamassagu, men tá ið sjúkrabilurin kom til sjúkrahúsið, sum var langt burturi frá hennara heimi, staðfestu læknarnir, at hon var deyð.