Hóast Britta Nielsen er dømd fyri svik, so verður ikki hald lagt á pensjón hennara, soleiðis sum býarrætturin í Keypmannahavn hevði gjørt av.
Tað hevur Eystari Landsrættur gjørt av í dag, skrivar Ekstra Blaðið, sum hevur fingið innlit í avgerðina.
Tann nú 66 ára gamla Britta Nielsen var í februar í fjør dømd seks og eitt hálvt ára fongsul fyri svik fyri 117 milliónir krónur í Almannaverkinum, har hon arbeiddi. Svikið fór fram gjøgnum 25 ár, tá hon flutti pengar til sín sjálvs.
Hon valdi kortini at taka við dóminum í býarrættinum, og ákærumyndugleikin valdi somuleiðis ikki at kæra dómin.
Ekstra Blaðið hevur tosað við sakførararan hjá Brittu Nielsen, Jan Schneider, eftir avgerðina um at hon sleppur varðveita pensjónina.
– Yvirorðnað kunnu vit staðfesta, at eg og Britta vunnu, og Søik taptu løgfrøðisliga stríðið, sigur sakførarin við Ekstrablaðið.
Søik er »Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet« og verður eisini kalla Bakmanspolitiið.
Jan Schneider sigur við Ekstra Blaðið, at tað er kreditorverja av pensjónsmiðlum, og at tað ikki kann broytast, bara tí at Søik heldur tað.
Tað var í desember í fjør, at býarrætturin avgjørdi, at Søik kunnu leggja hald á tvær privatar pensjónir hjá henni í Nordea. Ekstra Blaðið skrivaði tá, at uppsparingin var upp á umleið 900.000 krónur.
Men landsrætturin hevur nú sagt nei til at leggja hald á pensjónina, sum Søik millum annað ætlaði at brúka til sakarmálskostnaðin.
Britta Nielsen varð dømd at hava gjørt um 300 flytingar til sín sjálvs.
Í dóminum varð dentur lagdur á, at hon tók pengarnar frá kontum, sum vóru ætlaðar til útsettar og veikar borgarar, og at hon misnýtti starv sítt hjá tí almenna.
Hon varð dømd til at fáa halda lagt á 113 milliónir krónur. Men tað er bert eydnaðst at fáa fatur á einum lítlum parti av hesum pengum úr konkursbúnum hjá Brittu Nielsen.
Tey trý børnini hjá Brittu Nielsen vórðu í fjør dømd fyri tjóvsloyni (hæleri) fyri at hava tikið ímóti milliónaupphæddum. Tey vórðu dømd millum hálvtannað og hálvfjórða ára fongsul. Tey hava øll kært dómarnar til landsrættin.
/ritzau/