Britta Nielsen hevur meldað seg sjúka og er tí ikki møtt í rættinum í morgun. Tað upplýsti rættarformaðurin, tá rættarfundurin varð settur í morgun.
Britta Nielsen fekk eitt dánilsi á rættarfundinum í gjár og varð førd á burtur við sjúkrabili.
Enn er ógreitt, um nakar rættarfundur yvirhøvur verður í dag. Nærri verður at frætta klokkan 9:30, tá rætturin saman við pørtunum í málinum skulu tosa um, hvussu farast skal fram.
/ritzau/