Britney takkar fjepparum fyri bønir

Amerikanska popp sangarinnan Britney Spears ynskir, at hennara fjepparar skulu vita, at teirra bønir hava hjálpt henni gjøgnum eina baldrutta tíð. - Eg eri so vælsignað, at tit brýggja tykkum so mikið nógv um meg, og eg vil halda á við at liva í hesi ljósari støðuni við øllum tykkum undir míni lið hesa torføru tíð, skrivaði Britney í einum brævi farna mikudag, sum hon legði út á sína egnu heimasíðu, britneyspears.com.

 

- Vit eru øll ljósið í heiminum og okkum øllum tørvar at halda á við at birta og eggja hvør øðrum og finna styrk frá tí hægsta valdinum, legði hon aftrat.

 

- Tit eru øll í mínum bønum. Goodspeed. Popp prinsessan hevur nýliga verið á palli aftur fyri fyrstu ferð í næstan trý ár. Tónlistarliga comebackið er vorðið veruleiki í eini turbulentari tíð. Hennara hjúnaband við vónríka rapparan Kevin Federline er farið í søguna og hon hevur verið í dagligari orrustu við paparazzi myndamenn, har hennara atferð hevur elvt til ótal av skandalukendum forsíðum í slatur pressuni kring allan heim. Fyri nøkrum mánaðum síðani fór Britney á eitt avvenjingarheim. Og nú er niðurgongdin eftir øllum at døma vend.