Britney hevur verið ígjøgnum nógv seinastu tíðina, og myndamenn hava gjøgnum alla gongdina verið klárir at kunngjørt ringastu síðurnar av henni fyri øllum heiminum. Hon hevur livað við tí í mong ár, og sum tær flestu stjørnurnar, kann popp-stjørnan ikki fara út um hurðina, uttan at verða elt av myndamonnum. Hetta hevur hon nú fingið nokk av.
Á heimasíðu síni hevur hon, saman við Team Britney, gjørt pláss til ein tátt, ið skal kára ein myndamann hvørja viku, ið hevur borið seg mest býttisliga at.
Hesa vikuna liggur ein upptøka av einum manni, ið dettur um ein urtapott, ið eini roynd at fáa eina mynd av stjørnuni, á síðuni.
Britney er als ikki einasti kendi persónurin, ið ikki dámar, at myndamenn elta hana og forstýra hennara privatlív. Summi velja at stevna, summi sláa eftir teimum, men onki tykist at rigga. Kanska teir fara at hugsa seg um einaferð afturat, áðrenn teir leggja eftir Britney.