Britney Spears skal aftur vera vertur í amerikansku sjónvarps-sketsj-sendingini ?Saturday Night Live?.
Britney setti nýtt met fyri at vera tann yngsta nakrantíð, sum hevur verið vertur í einari sending, tá ið hon fyri átta árum síðani fyri fyrstu ferð var vertur á ?Saturday Night Live?. Tá var hon bert 18-ára gomul.
- Britney roynir í løtuni at fáa seinastu smáluturnar upp á pláss til upptraðkan sína í ?Saturday Night Live? 22. november. Hon er sera nervøs, men heldur eisini, at hetta endiliga fer at prógva fyri fólki, at hon hevur lagt fortíðina aftan fyri seg og at hon hevur eginleikar til at flenna at sær sjálvari, sigur ein kelda frá.
Kanska fer hon eisini at upptraðka við sangum av nýggju fløguni ?Circus?, sum kemur út 2. desember.
Avgerðin um at fáa Britney at vera vertur til ?Saturday Night Live? kemur eftir hennara succesfullu upptraðkan í sjónvarpsrøðini ?How I Met Your Mother? fyri nøkrum mánaðum síðani.