Fyri nøkrum árum síðani spældi Britney Spears høvuðsleiklutin í filminum ?Crossroads?, sum fekk sera ring ummæli. Nú sær út til, at Britney er klár til at spæla sjónleik aftur Í løtuni leita fólkini handan nýggja stórfilminum ?Memoir of a Medicated Child? eftir einari sjónleikarinnu at spæla leiklutin sum daman hjá einum ungum sálarliga sjúkum manni.
Upprunaliga var ætlanin, at Hollywoodstjørnan Lindsay Lohan skuldi spæla leiklutin, men nú sær altso eisini út til, at Britney møguliga kann fáa leiklutin.










