Britney Spears steðgar nú á, ferðast ikki, og fer ikki á pall í óásetta tíð.
Orsøkin er, at pápi hennara er sjúkur, og hon vil fegin vera um hann. 37 ára gamla Britney fekk vind í seglini, tá hon sum 17 ára gomul sang Baby one more time, og árið eftir Oops, I did it again.
Steðgurin hevur m.a. við sær, at ætlaðu framførslur hennara í Las Vegas ikki gerast veruleiki. “Domination” konsertirnar skuldu ætlandi byrja á palli 13. februar, og 32 konsertir vóru á skránni fram til august í ár.