Britney Spears átti ein son við keisaraskurði

Bretska tíðindablaðið The Sun veit at siga, at Britney Spears og maður hennara Kevin Federline fingu enn ein son í Los Angeles týsnáttina. Enn eru tíðindini ikki váttaði, men blaðið hevur tey frá keldum tætt at parinum.

Sonurin er føddur tveir dagar, áðrenn eldri sonurin Sean Preston fyllir eitt ár. Kevin Federline sendi boðini um føðingina við sms boðum til familju og vinir. Sambært hesum boðum vigaði drongurin 2,7 kilo, tá hann varð føddur. Hann kom til verðina við keisaraskurði, júst eins og stóribeiggin.  Moður og systir Britney vóru saman við parinum á føðideildini á Cedars-Sinai Medical Center. Enn eru tíðindini tó ikki alment váttað.
September mánaði verður annars í framtíðini merktur av hátíðarhaldum í Spears/Federline familjuni, tí umframt føðingardagarnar 12­. og 14. september hava foreldrini Britney og Kevin brúðardag 18. september.