Britney Spears er aftur við barn

Bert fýra og ein hálvur mánaði eru farnir siðan amerikanska songkvinnan Britney Spears átti ein son, við Kevin Federline. Men longu nú gongu slaturin um, at Britney aftur er við barn.

 TV2.dk ber tíðindini víðari frá amerikanska vikublaðnum In Touch. Blaðið hevur tosað við Ginny Masse, ið hevur hoyrt Britney, sagt fólki at hon er við barn. Hetta hendi sambært Masse í handlinum Shabby Chic í Malibu. Sambært henni varð Britney móð av, at fólk gløddu eftir henni, og tí vendi hon sær við, legði hondina á heldur runda búkin og segði, at sonurin Sean Preston fór at fáa eina systur ella beiggja. Blaðið fær somuleiðis tíðindini vátttaði av eini vinkonu hjá Britney.