Britney skallut

Orsøkin til, at Britney hevur klipt sær, er, at hon hevur skeldast við mammu sína. Í løtuni gongur tað ikki so væl hjá tí óseku popprinsessuni. Hon bleiv skild frá Kevin Federline og stríðist nú, at fáa foreldrarættin yvir synir teirra. Í síðsta mánað doyði hennara góða mostir, Sandra Bridges Covington av krabbameini.

 

Aftaná at hava verði í ?Eric Claptons crossroads centre? í ein dag, fór Britney, at vitja mammu sína, sum hon fór at skeldast við.

Lynne Spears bað Britney dempa sítt villa privat lív. Hetta dámdi Britney einki. Í eini roynd í at gera uppreistur móti mammu síni, klipti hon hárið av sær.

 

Tá ið Britney var klip, gekk tað veruliga upp fyri hana hvat, ið var hent.

 

Eigarin á hárfríðkanarstovuni, sum Britney var á, Ester Tongozzo sigur, at Britney hugdi í spelgi við tárum í eygunum og segði:

- Á Guð, eg rakaði alt av, nú verður mamma ill.

 

Manja Johansen, praktikantur