Í apríl verður Britney Spears aftur at síggja í sjónvørpunum kring USA. Seinastu mánaðirnir hevur Hollywoodpressan verið eftir poppstjørnuni Britney Spears í helium og tey hava lagt hana undir at hava gjørt tey løgnastu tingini ? harav bert sumt av hesum passar. Men nú verður aftur spennandi nýtt at hoyra frá 26-ára gamlu Britney.
Í apríl skal Britney nevniliga vera gestur í amerikansku sjónvarpsrøðini ?How I met Your Mother?, sum snýr seg um mannin Ted (Jason Segal), ið sigur børnum sínum frá løgnum søgum um, hvussu hann møtti mammu teirra. Ætlanin er, at Britney skal spæla leiklutin sum Abby, ið verður lýst sum verandi fitt, vinarlig og eitt sindur nørdut.
Við hesum kunnu vit bert vóna, at Britney er á rættari kós aftur.









