Mánadagin varð avgjørt, at poppstjørnan Britney Spears mátti yvirláta børn síni til eksmannin. Eksmaðurin hjá Britney, Kevin Federline, er allar helst ein glaður maður í løtuni. Hann hevur nevniliga fyribils fingið foreldramynduleikan yvir synirnar hjá sær og Britney, Sean Preston og Jayden James.
Tað hevur tó ikki verið ein stuttligur mánaði fyri Britney. Hon hevur verið kannað fyri rúsevnir fleiri ferðir, tí dómarin í sakini staðfesti, at hon var misnýtari. Eisini varð Britney fyri 10 døgum síðani stillað fyri rættin, tí hon hevði koyrt ov skjótt við einum koyrikortið, ið ikki longur var galdandi.
Nú má man spyrja seg sjálvan, um atburðurin hjá Britney ikki eisini man havt ávirkan á avgerðina hjá dómarinum? Í øllum førum skal Britney lata Kevin synirnar mikumorgun og so fáa vit at síggja, um hon kanska fer at vinna teir aftur seinni?