Tað gongur eftir øllum at døma betri við heilsuni hjá poppstjørnuni Briney Spears. Hon er í øllum førum longu farin heim aftur av sjúkrahúsinum. Britney Spears er nú útskrivað frá afturlatnu psykiatrisku deildini, har hon bleiv innløgd fyri einari viku síðani.
Sambært L.A.Times gekk útskrivingin sera stillisliga fyri seg, um tú hugsar um, at øll vóru á gosi, tá hon varð innløgd 31. januar.
Fáar dagar eftir at Britney bleiv innløgd, varð tað almannakunngjørt, at hon skuldi verða tvingsilsinnløgd í minst 14 dagar. Samstundis bleiv hon gjørd ómyndug, so at pápi hennara nú virkar sum verji og ræður yvir hennara pengum og ognum. Hetta er hann enn, hóast Britney ikki longur er innløgd.
Men eftir bert einari viku á deildini mettu læknarnir, at poppstjørnan ikki longur er í vanda fyri sær sjálvum ella øðrum, og tí kundu teir ikki tvinga hana at verða verandi.











