Britney Spears fer komandi ár á konsertferð kring heimin.
Í eini samrøðu við útvarpsstøðina Z100 í New York sigur Britney:
- Eg eri farin undir royndirnar til eina konsertferð kring heimin. Eg varð liðug við ?Circus?, sum eg havi arbeitt við í seks mánaðir nú, fyri tveimum vikum síðani.
Um ?Womanizer?, sum er fyrsta stakfløgan av nýggju fløguni hjá Britney, sigur hon:
- Tað er ein ordiliga feitur sangur. Hann snýr seg um dreingirnar, ið eru ótrúgvir. Tað er ein sangur fyri gentur, tað er tí, mær dámar hann so væl.










