Britney kláraði seg ikki væl í X-Factor

Tá ið Britney herfyri upptraðkaði í X-Factor í London fyri at promovera nýggju fløgu sína ?Circus?, sang hon nýggja hittið ?Womanizer?. Hetta var fyrsta bretska sjónvarpsupptraðkan hennara í fýra ár.

 

Hon var í Madonnalíknandi klæðum, mimaði ígjøgnum sangin og alt í alt var upptraðkanin rættiliga óáhugaverd. Hóast hetta reistu dómarir og áhoyrarir seg øll upp og klappaðu fyri Britney.

 

Eftir upptraðkanina segði hon:

 

- Eg elski at vera her í London, tað er fantastiskt!?

 

Tað vísti seg tó seinni um kvøldið, at fleiri luttakarir í X-Factor-kappingini kláraðu seg munandi betri enn Britney við sangtalentum og upptraðkanum teirra. Kanska ikki júst bretska comeback?in, Britney hevði droymt um?