Britney droppar Madonnu

Nýggjasti slaturin úr Hollywoodheiminum vil nú vera við, at Britney Spears hevur droppað Madonnu.

Herfyri tók Britney øll á bóli, tá ið hon upptraðkaði við Madonnu í Los Angeles til ?Sweet & Sticky?-konsertferð hennara.

 

Hóast hetta var væleydnað, hevur Britney avgjørt at taka familjuna fram um karrieruna, so hon hevur avlýst gestaupptraðkan sína til seinastu konsertina hjá Madonnu 26. November í Miami.

 

Songkvinnan hevur nevniliga fingið loyvi at vera saman við vinum sínum heilt fram til amerikansku høgtíðina Thanksgiving.

 

- Hon og Kevin hava tað gott saman nú. Hon skal vera saman við Sean og Jayden fram til Thanksgiving og hann skal vera saman við teimum á sjálvum degnum, sigur ein kelda við ?The Sun?.

 

Britney fer sjálv til Fraklands fyri at feira Thanksgiving. Hon skal nevniliga vera partur av ?Star Academi?, sum er franska útgávan av ?X-Factor?.