Eftir at hava brúkt onkunstaðni millum 1 og 2 milliardir krónur til at leita eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini og til førleikamenning av føroyingum í góð 10 ár hevur eitt av heimsins størtu oljufeløgum, BP ella British Petroleum gjørt av at gevast við øllum sínum virksemi í Føroyum. Hetta visti Rás2 at siga frá fríggjadagin
Hjarnar Djuhuus, føroyski umboðsmaðurin hjá BP øll hesi árini sigur við Portalin, at sáttmálin uppá hølini Yviri við Strond er sagdur upp at ganga út í august. Eisini tey bæði starvsfólkini á skrivstovuni verða søgd upp. Hjarnar Djurhuus sigur, at orsøkin til at BP gevst er tann, at felagið hevur virksemi um allan heim og luttøkan í leitingarvirkseminum er grundað á útlitinini innan leitiøkini. Hetta merkir tó ikki, at BP ikki trýr møguleiki er fyri at finna kolvetni í føroysku undirgrundini. Tað byggir uppá eina heildarmeting.
Enn er ógreitt, hvussu verður við tveimum øðrum oljufeløgum, sum BP hevur samstarvað við, Shell og Anadarko.
Hóast hesin oljurisin ikki ætlar at vera við í føroysku oljuleitingini longur so útilokar BP stjórin ikki, at BP kann taka sínu støðu upp til nýggja umhugsan, um so er, at ENI hevur hepni við særs at finna olju í rakstrarverdugum nøgdum í Anne Marie brunninum, sum skal borast í summar. Hjarnar Djurhuus sigur við Portalin, at fund í summar er sjálvandi positivt fyri økið, men hvussu positivt veldst m.a. um støddina á fundinum. Lesið alla samrøðuna við Hjarnar Djurhuus í VINNUNI í Sosialinum týsdagin.