British Airways stórt hall

Seinasta rakstrarár royndist illa hjá bretska flogfrelagnu8m British Airways Bretska flogfelagið British Airways hevði 375 milliónir sterlingpund í halli seinasta roknskaparár, sum endaði tann 31. mars.

Tað var eitt nógv verri úrslit enn árið fyri, tí tá gav raksturin 712 milliónir sterlingpund í avlopi.

Um orsøkina til ta skeivu gongdina sigur leiðslan, at orsakað av altjóða fíggjarkreppuni virka framdar sparingar ikki so skjótt sum ætlað. Hóast versnandi úrslit vóru inntøkurnar hjá British Airways 230 milliónir pund størri seinasta roknskaparár enn árið fyri og komu upp í smáar níggju milliardir sterlingpund.