Oljuflúgving
Á samkomu í London í farnu viku, sum løgmaður hevði tikið stig til var eisini stjórin í Bristow Helecopters, Neill Osborne.
-Hjá Bristow meta vit avtaluna við Atlantic Airways at hava ómetaliga stóran týdning ikki bert í ár men eisini komandi árini, tá vit fara at víðka okkara virksemi til eisini at fevna um føroyska partin av Atlantsmótinum. Vit síggja fram til at skula arbeiða saman við føroyska flogfelagnum og vit fara at gera okkara ítarsta fyri at nøkta tørvin hjá okkara kundum, sum eru oljufeløgini sigur Neill Osborne við Sosialin.
Bristow eigur 120 tyrlur íalt, harav tær 40 arbeiða í Norðsjónum, har samstarv er við norska felagið Norsk Helicopters. Arbeitt verður so kring alla verðina saman við øðrum feløgum og er samlaða talið av tyrlum í hesum samstarvi meira enn 300.
Magni Arge, stjóri í Atlantsflog sigur seg vænta nógv gott burtur úr samstarvinum við Bristow.
Scotia, ið var hitt felagið, ið beyð seg fram at flyta fólk í føroyskum øki, er umleið á somu stødd sum Bristow, men felagið hevur ikki eins nógvar stórar tyrlur sum Bristow.