Forsølan til Dansibandsfestivalin 2025 gongur væl og kampingplássini eru útseld fyri tíð síðani. Komandi tíðina fara okur at fortelja meiri um Dansibandsfestivalin 2025 – og gleðast okur um at norsku BRIS koma at spæla á Dansibandsfestivalinum í ár, skrivar Dansibandfestivalurin á sínum vanga á fecebook.
BRIS er eitt dansibands orkestur úr Bergen, sum umframt at spæla egnan tónleik, eisini spælir tónleik hjá øðrum.
BRIS er kent fyri at spæla sera góðan dansibands-tónleik,og leggja lunnar undir framúr gótt dansikvøld, har humørið er í topp.
BRIS er saman sett av fimm royndum tónleikarum og eru teir:
Kjell Kallestad – Vokal
Arthur Lien – Trummer/vokal
Thor H. Hermansen – Gittar/vocal
Geir Skjeldnes – Bassgittar/vocal
Bård Hansen – Keyboard
Dansibandsfestivalur er í Vági í døgunum 2. og 3. mai 2025 og vikuskiftispass fáast í forsølu bilett.fo, skrivar Dansibandfestivalurin.









