Brint-bilar eru væl egnaðir til Føroyar

Stjórin í Reyni Service er sinnaður at flyta brint-bilar til Føroya, um neyðugu áfyllingarstøðirnar gerast til taks

- Tað koyra nakrir bilar niðri, og mær vitandi eru royndirnar hjá teimum ógvuliga góðar, sigur Sámal av Reyni, stjóri á Reyni Service, sum sjálvur hevur royndarkoyrt brint-bilar hjá Toyota í Danmark.

 

Brint-bilar koyra eins og ein el-bilur, men orkuframleiðslan í bilinum loyvir honum at koyra longri strekki fyri hvørja brintáfylling.

- Bilarnir høvdu helst verið væl egnaðir til Føroyar av tí sama, tí frástøðurnar eru ikki serliga stórar, og tí hevði ikki verið neyðugt at seta eina rúgvu av áfyllingarstøðum upp beinanvegin, men man kundi tikið til takkar við nøkrum fáum at byrja við, sigur Sámal av Reyni.

 

- Um so var, at ein brintstøð kom til Føroyar, høvdu vit beinanvegin bílagt bilar heim, sigur hann. Hann heldur tó ikki, at brint-bilar eru nøkur loysn, um ætlanin er at minka um samlaða CO-útlátið í Føroyum. 

- Teir eru altso ikki heilt ódýrir, og óansæð hvussu umhvørvisvinarligir teir eru, høvdu tað neyvan verið nóg mikið av fólki, sum høvdu ráð til ein slíkan bil, sigur Sámal av Reyni.

 

Les meiri um ætlanirnar hjá Magn at byrja við brint-orku í Føroyum í Sosialinum, sum kom í postkassan í morgun.