Brimverjan í Hvalba verður skjótt liðug

- Brimverjan verður nú nógv sterkari, enn hon var. Hon er laðað upp aftur, bæði í øðrvísi profili og við størri gróti, sigur stjórin í RTS Contractors, Andrias Lamhauge.

 

Entreprenørfyritøkan RTS Contractors hevur seinnu árini gjørt fleiri stór arbeiði, og millum hesi er stóra útstykkingin hjá Runavíkar kommunu á Leitinum í Saltangará. 

 

Her er nógv grivið, borað, sprongt og planerað, og her eru vegir og íbindingar løgd til bæði bygging av fleiri íbúðum og sethúsum.

 

RTS hevur eisini tikið ímóti øllum tí gróti, sum Runavíkar kommuna hevur keypt í samband við byggingarnar av ávikavist Eysturoyar-og Sandoyartuninum.

 

Fyri einum ári síðan varð farið í holt við eina útstykking hjá Klaksvíkar kommunu á Fossum í Klaksvík, og hetta arbeiðið fer helst at taka rúma tíð aftrat.

 

- Í Hvalba gera vit skaðan aftur, sum grótkastið fekk í ógvusliga uppganginum sum var. Vit byrjaðu upp á hetta arbeiðið í fjør summar, sigur stjórin í RTS, Andrias Lamhauge.

 

##med2##

 

Hann væntar, at arbeiðið at byggja grótkastið í Hvalba upp aftur verður liðugt um ein góðan mánaða ella so.

 

- Brimverjan í Hvalba nú verður nógv sterkari, enn hon var áður, og eitt nú er nógv størri verjugrót brúkt í uppbyggingini av brimverjuni.

 

Andrias Lamhauge sigur, at ein partur av stóra grótinum er komin úr Noregi.

 

- Grótið er lagt upp á Drelnesi og er síðan koyrt norður til Hvalbiar. Brimverjan er nú laðað upp aftur, bæði í øðrvísi profili og við størri gróti, leggur hann aftrat.

 

Andrias Lamhauge, stjóri í RTS Contractors.