Brimverja í Skálavík

Nógv umtalaða brimið hóskvøldið 30. mars gjørdi so stóran skaða í Skálavík at bæði bátar sukku, urðin (grótkastið) uttanfyri bátahylin, og bygningar fingu stóran skaða.

Nú eru tíðindir komin frá Landsverki hvussu nógv tað kostar, kr. 800.000, at gera urðina og bátahylin aftur. Tað er at vóna at hetta verður gjørt sum skjótast. 800.000 ljóðar ikki av nógvum, tað er sera bíligt, ella ótrúðliga lágt sett???

 

Eitt annað ið eisini er nógv átrokandi, er at leggja eina urð norðanfyri Havnagarðin, Svingið, uppi á helluni og eitt sindur út. Hetta kann ikki vera so kostnaðarmikið, tí tað er fyri allastørsta partin uppi á landi. Brimið verður leitt inn norðanfyri Havnargarðin, har tað fer eftir slættari hellu, ið leiðir tað víðari beint uppum úti á Svinginum. Tað er til miklan ampa, her kemur nógvur sjógvur uppum, og fer tað beint oman í bátahylin. Tað er eisini hetta ið hevur brotið gamla kirkjugarðin, skatt bygningin Niðri á Møl og Fiskahúsið.

 

Tá longt var uppí Havnagarðin tíðliga í 70 unum, gjørdi tað, at á landnyrðingi og norði, varð aldan leidd meira inn norðafyri og fór at bróta skjótari uppum skermin úti á Svinginum. At garðurin var longdur, gjørdi eisini tað, at tað bleiv nógv kyrrari á sjálvari víkini, og í bátahylinum.

 

Havnagarðurin, har umleið, á Svinginum, er so gamal, at tað er ein stórur spurningur, um ikki eisini tað krevur at hann verður styrktur við einari urð norðanfyri.Farið varð undir at gera Havnagarðin stutt eftir seinna verðinskríggj.

 

Eg vil hervið heita á sóknarstýrið her í Skálavík um at fáa hesa urð norðanfyri Havnagarðin lagda sum skjótast, og at Løgtingið og Landstýrið taka væl ímóti okkum. Hetta er eitt mál ið sóknarstýrið ikki orkar einsamalt og kann samanberast við bakkaverjuna í Sumba.