Brimil kemur til Klaksvíkar fríggjakvøldið 21. august at luttaka í stóra vatnkrígginum á Vágni. Sostatt verður vatnkríggið nakað heilt serligt í ár tí saman við Brimli hevur danska sjóverjuskipið Triton eisini boðað frá luttøku í stóra vatnkrígginum, skrivar John William Joensen, fyrireikari í tíðindaskrivi. Leygardagin er opið er umborð fyri almenninginum umborð á Brimli frá kl. 13 til 17 og tá bjóðar manningin eisini heitar vaflur og kakao.
Á Sjómannadegnum 22. august fáa fólk eina heilt serliga uppliving tá tey verða heintaði á Langu kaj av MOB bátunum hjá Brimli og síðani sigld út til Brimil sum liggur við Kósabrúnna og saman við bátinum lyft umborð á Brimil. Eftir ein rundtúr umborð á Brimli har manningin bjóðar heitar vaflir og kakao verða fólk aftur silgd til stevnuøkið í Klaksvíksgarðinum við Mob-bátunum hjá føroyska vaktar- og bjargingarskipinum Brimil.
Føroya Sjómannadagur verður hildin 22. august, men gjøgnum alla ta somu vikuna vera nógv ymisk tiltøk í Klaksvík. Sí skránna VIÐ AT TRÝSTA HER.
http://nordlysid.fo/skrain+fyri+foroya+sjomannadag+2015.html