Seinnapartin sást Brimil stevna inn á Vág, og aftan á sær hevði Brimil útróðrarbátin Riba KG391.
Riba varð lagdur at bryggju, og fólk frá Vørn, umframt menn á bryggjuni í Vági, tóku sær av bátinum.
Sum skilst hevur Riba ikki verið virkin sum fiskifar í nøkur ár, og er standurin á bátinum tí har eftir, og skal farið tí á beding í Vági.










