Brimil til viðgerðar í Landsstýrinum

?Tað sær ikki út til at vit koma víðari við samráðingum, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður

 

Sáttmálatræta


Ósemjan um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við Brimli, skal nú leggjast fyri Landsstýrið.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður, eftir fundin við yvirmannafeløgini seinnapartin hósdagin.

Stutt sagt, endaði fundurin úrslitaleysur.

? Ætlanin við fundinum var at gera støðuna upp og at útgreina málið, serliga nú Maskinmeistarafelagið hevur fingið nýggjan leiðslu, eftir at Finnleif Guttesen er blivin formaður í Tvøroyrar Býráð.

Niðurstøðan á fundinum var, at feløgini halda fast um síni krøv.

Ásannar tú so nú, at tað ber ikki til at koma longri við vanligum samráðingum?

? Tað sær ikki út til, at tað yvirhøvur ber til at fara undir samráðingar við yvirmannafeløgini, sigur Karsten Hansen.

Hann heldur nevniliga, at tað er ongantíð eydnast yvirhøvur at fáa ílag samráðingar um lønina hjá yvirmonunnum, tí feløgini hava ikki viljað slakað ein tumma.

Karsten Hansen sigur, at sostatt verður málið til upp á fundi í landsstýrinum einaferð í næstum.

So má støða takast til, hvat skal gerast, sigur Karsten Hansen.

Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at púra onki kom burturúr fundinum.

? Fíggjarmálastýrið hevði onki sum helst at bjóða okkum. Fíggjarmálastýrið kom á fund í teirri vón, at vit fóru at slaka. Tað gjørdu vit ikki og tí enaði fundurin úrslitaleysur, sigur Ellintur Abrahamsen

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum skal reka Brimil, sigur, at hann væntar at fáa eina frágreiðing frá Karsten Hansen um gongdina í samráðingunum. Fyrrenn hann hevur fingið hana, vil hann onki siga.

? Nú gangi eg út frá, at tað ber til hjá Karsten Hansen at staðfesta um tað ber til at koma víðari við samráðingunum, ella ikki. Og ber tað ikki til, mugu vit taka málið upp beinanvegin politiskt, fyri at vita, hvat vit so gera, sigur Jørgen Niclasen.