Í gjárkvøldið kannaði vaktarskipið Brimil, kappróðrarbátar, sum vandu á Havnarvág at vita, um trygdarútgerðin var í lagi.
Skiparin á Brimli sigur, at tilsamans vórðu 11 bátar kannaðir og av teimum vóru tað fýra bátar, har onkur av manningini ikki var í bjargingarvesti.
Taað er eitt krav, at kappróðrarfólk eru í bjargingarvesti og skiparin á Brimli sigur, at tilsamans fingu 13 róðrarfólk bót fyri ikki at vera í bjargingarvesti.
Róðrarfólk, sum eru yvir 15 ár, hava sjálvi ábyrgdina av at vera í bjargingarvesti, so tey, sum ikki vóru í bjargingarvesti í gjár, fáa 1000 krónur í bót í part.
Er talan um róðrarfólk undir 15 ár, er tað bátsformaðurin, sum hevur ábyrgdina av, at tey eru í bjargingarvesti.
Umframt at manningin skal vera í bjargingarvesti, er tað eisini eitt krav, at bátarnir hava kumpas, eyskar, radarrefleks og at floyta er umborð og tey viðurskiftini høvdu allir bátarnar í rættlag, sigur skiparin á Brimli.