Vaktar- og bjargingarskipið Brimil tók í morgun ein trolbát inni í kassa T vestan fyri Mykines. Tað skrivar Fiskiveiðieftirlitið á síni heimasíðu.
Skiparin á Brimli helt, at alt ruggaði ikki rætt, tá teir sóu, at ein trolbátur í fleiri førum hevði verið inni í kassa T. Skiparin á Brimli gjørdi av at sigla vestur um Mykines og at seta gummibátin út. Gummibáturin sigldi síðani nógvar fjórðingar til trolbátin. Tá teir komu til trolbátin, hevði hann trolið úti og var mitt inni í kassanum.
Trolbáturin fekk boð um at fylgja við Brimli inn á Havnina, har løgreglan tók ímóti teimum.










