Vaktarskipið Brimil er í løtuni á veg aftur til Føroyar við Norðingi, sum í gjár mátti senda boð eftir hjálp, tí teir høvdu maskintrupulleikar.
Vakthavandi á MRCC-støðini upplýsir, at Norðingur var staddur heilt eysturi móti føroyska markinum, einar 100 fjórðingar úr landi, tá ið teir fingu trupulleikar og sendu boð eftir hjálp.
- Tað var um tvey tíðina í gjár, at vit fingu boðini og var Brimil tá á veg til Vestmanna við práminum, ið teir hálaðu í gjár. So teir fóru um fýra tíðina eystureftir og eru nú á veg aftur við Norðingi. Væntandi verða teir aftur um einar tríggjar tímar, sigur vakthavandi.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Brimil hevur hjálpt Norðingi í ár. Bæði í februar og mai vórðu boð send eftir Brimil at sleipa Norðing, tí skipið hevði maskintrupulleikar.









