Brimil sleipaði Fram 210 fjórðingar til lands

- Hetta var eitt av teimum longru sleipunum hjá Brimli, verður sagt hjá Vørn.

Myndir: Bjartur Tórhalsson

Fyrradagin fekk Brimil boð um, at trolarin Fram hevði trupulleikar og tørvaði sleip til lands.

 

- Fram var ávegis inn av makrelfeltinum í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, tá teir fingu trupulleikar.

 

Hjá Vørn siga tey, at Brimil kom til Fram gjáramorgunin og byrjaði at sleipa skipið móti landi.

 

Tíðliga síðstu nátt kom Brimil á Fuglafjørð við Fram, har hann skal leggja veiðina upp.

 

- Teinurin at sleipa var 210 fjórðingar, so her var talan um eitt av teimum longru sleipunum hjá Brimli.

 

Tað siga tey hjá Vørn í dag, og tað var Bjartur Tórhalsson, sum tók myndirnar, ið Vørn hevur lagt út.

 

##med2##

 

Myndir: Bjartur Tórhalsson

Tíðliga síðstu nátt kom Brimil á Fuglafjørð við Fram, sum skal landa í Fuglafirði.